Skip links

Um okkum

Faroe Law varð stovnað í 2000, sum ein deild hjá Dania Law A/S. Í 2007 gjørdust Eyðfinnur Jacobsen og Jens Wang, advokatar, partnarar í fyritøkuni. og í 2013 kom Óli M. Hansen inn sum meðeigari.

Okkara hugburður er, at ein og hvør uppgáva skal metast og loysast í sínum vinnuliga og handilsliga samhangi og eftir tørvinum hjá kundanum. Vit eru nýhugsandi og ikki bangin fyri at koma við nýskapandi uppskotum til eina loysn. Harafturat hava vit servitan í at meta um og loysa løgfrøðiligar uppgávur.

Vit vilja altíð vera millum tey dugnaligastu, tá ið tað kemur til at ráðgeva vinnulívinum í løgfrøðiligum málum. Tí tað er serliga tað, vit arbeiða við. Tað kann eisini koma fyri, at vit vísa á aðrar ráðgevarar, ið kunnu veita kundanum eina betri ráðgeving í tí einstaka málinum. Endamálið hjá okkum er, at kundin skal fáa ta bestu ráðgevingina.

Vit eru altíð klár at hjálpa kundum okkara, uttan mun til nær og hvar tørvurin er. Tó er best, um vit kunnu fáa innlit í málini í góðari tíð. Royndir okkara siga okkum, at møguleikin fyri at fáa eitt gott úrslit er bestur, um vit eru við beinanvegin.

At staðfesta hvør uppgávan og/ella trupulleikin hjá kundanum er, er ofta hálva loysnin. Advokatveitingin skal allýsast, og kundin og uppgávan eru í miðdeplinum allatíðina. Vit stremba eftir at leggja tilrættis eina málsgongd, sum á skilagóðan hátt kann loysa tað einstaka málið. Á henda hátt kann trygd veitast fyri, at kundin fær eitt gott úrslit.

Les okkara kunning til kundar her.