Skip links

Dátuverndarkunning

Í hesi dátuverndarkunning fært tú kunning um, hvussu Faroe Law viðger persónsupplýsingar um teg, og hvørji rættindi tú hevur.

Á Faroe Law viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at útinna okkara dagliga advokatvirksemi. Í hesum sambandi savna og viðgera vit upplýsingar um teg. Faroe Law viðger einans neyðugar upplýsingar til at røkka endamálinum við omanfyrinevnda virksemi, og tá ið vit viðgera persónsupplýsingar, leggja vit dent á einans at viðgera upplýsingar, ið eru viðkomandi og neyðugar í mun til endamálið.

Ein «persónsupplýsing» er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Tað kann vera talan um faktuellar upplýsingar (sum navn, bústaður, aldur, starv, inntøka, útbúgving), ein samanseting av slíkum upplýsingum, ella metingar knýttar at einum likamligum persóni. Persónsupplýsingar kunnu eisini vera knýttar at eini fyritøku, um talan er um einstaklingavirki ella partaeigarar í eini fyritøku.

Ábyrgd
At «viðgera» persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingarnar. Viðgerð av persónsupplýsingum kann vera at savna,  at skráseta, at samkoyra, at goyma,  at lata víðari, at avhenda o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um sameiningin er automatisk ella ei. Øll nýtsla av persónsupplýsingum kallast «viðgerð».

Tá ið Faroe Law viðger persónsupplýsingar, er Faroe Law í flestu førum «dátuábyrgdari». Hetta merkir, at Faroe Law hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini fyri teimum persónsupplýsingum, sum Faroe Law viðger. Hetta merkir, at vit einans eru dátuviðgerar, tá ið vit veita eina ítøkiliga tænastu fyri okkara klientar, eitt nú tá ið vit varðveita skjøl fyri klientin o.tíl. Í hesum førum er neyðugt at gera eina dátuviðgerðaravtalu við klientin, sum er dátuábyrgdari.

Faroe Law viðger allar upplýsingar á ein lógligan, rímiligan og tryggan hátt. Øll eiga at kenna seg heilt trygg við, at persónsupplýsingar verða væl vardar í viðgerðini á Faroe Law.

Hví viðger Faroe Law persónsupplýsingar?
Faroe Law er ein fyritøka, ið veitir tænastur í sambandi við advokatvirksemi. Eitt aðalmál hjá Faroe Law er at veita klientum okkara góða ráðgeving og tænastu.

Fyri at loysa omanfyrinevndu uppgávu er neyðugt hjá Faroe Law at viðgera persónsupplýsingar.  Persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, tá ið tað er neyðugt fyri at Faroe Law kann útinna sínar uppgávur í sambandi við vanligt advokatvirksemi.  Persónsupplýsingar um teg eru eitt nú partur av okkara málsviðgerð, tá ið tú ert okkara klientur, mótpartur ella triðipartur í einum máli. Vit nýta persónsupplýsingar til at samskifta við teg og til at viðgera málið annars.

Hvør er viðgerðarheimildin hjá Faroe Law?
Heimildin hjá Faroe Law til viðgerð av persónsupplýsingum er í høvuðsheitum:

  • Dátuverndarlógin 8, stk. 1, nr. 2, fyri at halda eina avtalu við teg um at veita eina løgfrøðiliga tænastu (vanligar upplýsingar).
  • Dátuverndarlógin 8, stk. 1, nr. 4, fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá tær (vanligar upplýsingar).
  • Dátuverndarlógin 12, stk. 1, nr. 1, samtykki frá tær (viðkvæmar upplýsingar).
  • Dátuverndarlógin 12, stk. 1, nr. 7, viðgerðin er neyðug fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast (viðkvæmar upplýsingar).
  • Upplýsingar um persónstøl verða viðgjørdar eftir Dátuverndarlógini 16, stk. 1.

Hvussu fær Faroe Law persónsupplýsingar?
Sum meginregla verða upplýsingar savnaðar frá okkara klientum. Upplýsingar kunnu tó eisini verða savnaðar frá mótparti og øðrum pørtum, sum eitt nú almennum myndugleikum, tryggingarfeløgum o.ø.

Hvørjar persónsupplýsingar viðger Faroe Law?
Í sínum dagliga virksemi viðger Faroe Law bæði vanligar persónsupplýsingar sum eitt nú navn, bústað, teldupostadressu, myndir og fíggjarligar upplýsingar (t.d. kortupplýsingar í sambandi við gjald av rokning/skuld o.s.fr.). Talan kann eisini vera um viðkvæmar persónsupplýsingar sum eitt nú upplýsingar um heilsuviðurskifti, revsiverd viðurskifti, yrkisfelagsligt tilknýti ella heilt privat viðurskifti. Vit viðgera einans upplýsingar um persónstalið, um viðgerin er heimilað í lóg ella um skrásetti hevur givið nágreiniligt samtykki.

Hvør hevur atgongd til persónsupplýsingar?
Starvsfólk á Faroe Law hava atgongd til tær persónsupplýsingar, ið tørvur er á til at ráðgeva tær i sambandi við okkara dagliga advokatvirksemi.

Hvussu verjir Faroe Law persónsupplýsingar?
Faroe Law viðger einans neyðugar upplýsingar til at veita ta tænastu, sum arbeiðið hevur við sær. Vit leggja dent á tær advokatetisku skyldurnar og einans at viðgera tær upplýsingar, sum eru viðkomandi og neyðugar í mun til endamálið við tænastuni. Upplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga og sakligt.

Hvørjum letur Faroe Law persónsupplýsingar?
Sum meginregla verða persónsupplýsingar um teg ikki latnar víðari, vísandi til at upplýsingar, ið Faroe Law savna, verða viðgjørdar í trúnaði.

Sum liður í vanligu málsviðgerðini hjá Faroe Law, kunnu upplýsingar vera latnar víðari til mótpartar, vitnir, myndugleikar o.s.fr.

Hvussu leingi goymir Faroe Law persónsupplýsingar?
Tínir persónsupplýsingar verða ikki goymdir longri enn neyðugt. Sambært bókhaldslógini hava vit tó skyldu til at goyma ávísar upplýsingar í 5 ár.

Tíni rættindi
Sambært Dátuverndarlógini, kap. 4, hevur tú ávís rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú hevur eitt nú rætt til kunning um endamálið við viðgerðini. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við Faroe Law.

Rætturin til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar Faroe Law hevur um teg.

Rætturin til at taka samtykki aftur
Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Tá ið tú tekur samtykkið aftur, steðga vit viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, sum var grundað á samtykkið.

Rætturin til rætting
Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villeiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

Rætturin til striking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur Faroe Law rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar, kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætturin til mótmæli
Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.

Rætturin til at móttaka ella fáa upplýsingar fluttar
Tú hevur í ávísum føri rætt til at fáa persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði. Um tað er tøkniliga gjørligt, hevur tú eisini rætt til at persónsupplýsingar um teg, verða fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan.

Rætturin til at klaga
Um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, hevur tú altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið.

Tú finnur samskiftisupplýsingar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.

Samband við Faroe Law
Um tú hevur spurningar um dátuvernd á Faroe Law, ynskir kunning um hvussu Faroe Law viðger persónsupplýsingar ella vilt fremja tíni rættindi sambært Dátuverndarlógini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á faroelaw@faroelaw.fo ella á +298 669900.

Sp/F Faroe Law
Magnus Heinasonar gøta 10
Postrúm 158
110 Tórshavn