Skip links

Virkisøki

Faroe Law

Virkisøki

Dátuvernd

Faroe Law veitir ráðgeving um persóndátuvernd og persóndáturætt. Á Faroe Law starvast advokatar við altjóða prógvum frá IAPP (International Association of Privacy Professionals) innan GDPR og persóndátuverju. Vit kunnu m.a. hjálpa við:

  • Dátuviðgerðaravtalum
  • Politikkum, mannagongdum o.t.
  • Ráðgeving viðv. skyldum hjá dátuábyrgdara og dátuviðgera
  • DPO-funktión (dátuverndarfólki) sbrt. tænastuveitingarsáttmála
  • Undirvísing av starvsfólkum
  • Compliancekanningum

Vinnufelagsrættur

Vit ráðgeva á øllum vinnufelagsrættarligum økjum, tað vil siga viðvíkjandi partafeløgum, smápartafeløgum, íognarfeløgum, samløgufeløgum v.m.. Ráðgevingin fevnir eisini um virðisbrævaviðurskifti.

Vit hjálpa feløgum at velja vinnufelagsform og at seta á stovn felag í Føroyum, Danmark, Russlandi og Grønlandi.

Harumframt gera vit samanleggingar, uppbýti, broytingar, avhendingar v.m., við støði í ynskinum hjá kundanum, sum vit hava fingið til vega við einari ítøkiligari ráðgeving.

Ofta er onnur ráðgeving tengd at tí vinnufelagsliga, millum annað starvsfólka-, fíggingar- og skattaviðurskifti. Vit ráðgeva innan øll hesi øki.

Fíggjarrættur

Vit vegleiða innan ymisk øki, sum viðvíkja fíggjarrætti, millum annað:

  • Ráðgeving um verkætlanar- og byggifígging
  • Ráðgeving um fígging í samband við stovning av vinnufeløgum, umframt avhending av vinnufeløgum.
  • Ráðgeving viðvíkjandi langleigusáttmálum og factoringssáttmálum
  • Trygdarveiting í samband við lán, umframt ognarfyrivarni
  • Ráðgeving viðvíkjandi ábyrgdarláni
  • Due diligence kanningar í samband við íløgur
  • Samanseting og skipan av fíggjarloysnum, millum annað í samband við keyp av vinnulívsognum.
  • Søla/keyp av virkjum, M&A

Fjarskifti / KT

Vit hava servitan innan fjarskifti og kunningartøkni / KT sum heild.

ES broytti í 2003 grundleggjandi sína lóggávu innan fjarskifti so, at tey 3 økini fjarskifti, KT og miðlar vórðu løgd saman í somu lóggávu. Hendan broyting er vorðin implementerað í lóggávurnar í grannalondum okkara, og hevur í praksis eisini merkt nýtsluna av og tulkingina av føroysku fjarskiftislógini. Vit hava nógvar royndir á hesum øki, bæði í Føroyum og uttanlands.

Need to sell your house in Connecticut? Discover options at https://www.home-investors.net/connecticut/ and get fair deals.

Vit hava somuleiðis sera nógvar royndir innan t.d. ger av avtalum, ið hava við kunningartøkni / KT at gera, og meta vit, at okkara royndir mugu roknast sum servitan í Føroyum.

Skattarættur

Vit hava servitan um føroyskan skattarætt, serliga tá tað snýr seg um at ráðgeva vinnulívinum, men eisini ráðgeving til løntakarar, áhugafeleløg o.o.

Okkara servitan fevnir eisini um at ráðgeva um skatt av kolvetnisvirksemi á føroyskum øki.

Umframt at veita ráðgeving til kundar burturi og heima, føra vit rættarmál við Føroya rætt, Eystara landsrætt og føroyskar kærunevndir vegna skattgjaldarar. Ein partur av virkseminum er at geva frálæru í føroyskum skattarætti.

Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, hevur skrivað bókina “Føroyskur Skattarættur” í 2010. Sum eina smakkroynd ber til at lesa kapittulin um krógvað vinningsbýtið her.

Atgongd til alla bókina “Føroyskur Skattarættur” fæst her.

Byggirættur

Vit hava royndir við at ráðgeva í arbeiðstøku- og byggimálum, bæði tá ið talan er um mál, ið viðvíkja byggiharranum, ráðgevaranum- og arbeiðstakaranum.

Harafturat ráðgeva vit við at gera arbeiðstøku- ráðgevara- og partalagsavtalur, og eisini samtøkuavtalur.

Vit taka okkum av rættar- og gerðarættarmálum viðvíkjandi byggirættarligum viðurskiftum. Sí Voldgiftsnævnet for bygge- og anlægsvirksomhed og Vinnuhúsið www.industry.fo.

Fíggjartrota- og gjaldtrotarættur

Vit hava royndir í viðgerð av fíggjartrotabúgvum fevnandi um feløg yvir til einstaklingafyritøkur.

Eyðkennið fyri okkum er, at vit royna at endurskipa felagið, sum er í fíggjartrupulleikum. Vit hava førleika og royndir við eitt nú serliga gjaldssteðgi, at skipa virksemið soleiðis, at ein sleppur undan at stongja og at tann parturin av virkseminum, ið ber seg, heldur fram ella verður seldur. Á hendan hátt varðveitir felagið virðir til fyrimunar fyri kravánarnar, somuleiðis verður vart um starvsfólkini.

Eisini hjálpa vit kravánarum móti trotabúgvum, t.d. við at luttaka í ognaranevndum og við at fáa krøv ógildað við at føra rættarmál og annars við ráðgeving um, hvussu krøvini kunnu verða tryggjað.

Endurreising

Vit hjálpa við at endurreisa feløg, sum eru ávirkað av kreppu. Við stuttum skotbráði kunnu vit hjálpa, t.d. um tað er fyri neyðini við bráfeingishjálp at steðga einari møguligari fíggjartrotaviðgerð. Tess fyrri vit kunnu hjálpa, tess betri møguleikar eru fyri, at felagið kann halda fram heilt ella partvíst.

Vit hava gott samband við stóran part av fíggjarheiminum í landinum, sum ofta hevur víst seg at verið avgerandi fyri skjótar og úrslitsgevandi samráðingar.

Kappingarrættur

Ráðgeving okkara innan kappingarrættarliga økið er millum annað ein støðutakan til og ein viðgerð av trupulleikum, sum koma í samband við t.d. distributiónssavtalur, umboðsseljaraavtalur, franchiseavtalur, ketusamstarv, og onnur samstørv, og um samanleggingartreytirnar verða hildnar í samband við yvirtøku av einum felag.

Aðrir spurningar, sum taka seg upp á kappingarrættarliga økinum, kunnu t.d. vera kappingar- og kundaklausular, og óreiðilig kapping frá fyrrverandi starvsfólkum og kappingarneytum.

Setanar- og starvsfólkarættur

Vit ráðgeva um setanarrætt, tað vil siga rættarstøðuna millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara.

Til dømis kunnu vit hjálpa til við at gera setanaravtalur og stjóraavtalur, umframt at vit javnan taka okkum av málum um uppsøgn og javnrættindi. Vit hjálpa eisini við trupulleikum, sum hava at gera við krøvini hjá starvsfólkunum í samband við endurskipan og endurreising, rættarstøðuna hjá lønmóttakaranum í samband við avhending av felagnum, eisini tá ið arbeiðsgevarin fer í gjaldssteðg og fíggjartrot.

Vit taka okkum av gerðarætti og rættarmálum, ið viðvíkja setanarviðurskiftum og hava millum annað tikið okkum av týdningarmiklum málum um javnstøðu og rættarstøðuna hjá lønmóttakarum, tá ið felag verður avhent.

Immaterialrættur

Vit ráðgeva innan fyri vørumerkja- og upphavsrættin, millum annað í samband við skráseting av vørumerkjum og domeninøvnum, og eisini við at gera loyvisavtalur og skráseting av vørumerkjaloyvi.

Harafturat taka vit okkum av málum, tá ið vørumerkja- og upphavsrætturin verður brotin, millum annað við at seta fútabann.

Marknaðarførslurættur

Kann ein nýta eitt citat frá eini bók í einari lýsing?

Kann ein leinkja til heimasíðuna hjá eini fyritøku ella vísa til vøruna hjá einum kappingarneyta?

Kann ein nýta upplýsingar, sum eru komnar til vega beinleiðis frá brúkaranum við “direct marketing”?

Vit veita hjálp við at meta um og staðfesta, hvørt marknaðarføring er sambært lógini. Vit hjálpa eisini í samband við ósemju um navnarættindi, brúk av myndum í lýsingum, misbrúk av goodwill, marknaðarføring á netinum v.m.

Kolvetnisrættur

Vit hava royndir við kolvetnisrætti. Royndirnar fevna bæði um ta vinnuligu fyrireikingina og leitingina eftir kolvetni, eins og almennu lóggávuna á økinum.

Fylgt verður væl við menningini á kolvetnisøkinum. Føroyar eru eitt øki við sera avbjóðandi kolvetnismøguleikum. Føroyar eru, samanborið við onnur lond við kolveltni eitt trygt og friðaligt land, sum samstundis hevur sínar egnu lógir og royndir.

Vit hava royndir við at bjóða ráðgeving um hesi viðurskifti til kundar, men eisini ráðgeving til advokatar og aðrar ráðgevarar uttanlands.

Vinnuleigurættur

Vit hava kunnleika um vinnuleigurættarlig viðurskifti, bæði tá tað snýr seg um tørvin hjá útleigara og leigara.

Vit hjálpa kundum okkara at samráðast um leiguna og við at orða leigusáttmálan. Vit skriva tey neyðugu skjølini í samband við avhending av leigumálinum sum ein liður í avhendingini av felagnum.

Í samband við avhending av vinnuogn geva vit eina løgfrøðiliga meting av teimum leigumálum, sum fylgja við.

Vit hjálpa við at áseta leiguprísin, so hann svarar til marknaðarprísin og við rættarmálum, sum standast av hesum. Somuleiðis taka vit okkum av uppsagnar-og útsetilsismálum.

Annað

Fastogn, vinnulívsfastognir

Vit hjálpa at gera avtalur um yvirtøku av fastogn, serliga vinnulívsfastognum, her undir eisini hjálp við samráðingum, avtaluuppskotum og uppfylling av keypinum. Harafturat kunnu vit gera eina due diligence kanning av serligum viðurskiftum viðvíkjandi ognini, millum annað í sambandi við umhvørvis-og leiguviðurskifti.

Harumframt veita vit ráðgeving í samband við verkætlanir innan arbeiðstøku-og byggirætt.

Eisini kunnu vit hjálpa til við at útvega fígging, umframt hjálp við at skipa samtøk.

Søla / keyp av virkjum, M&A (Mergers & Acquisitions)

Tá ið felag verður avhendað, ráðgeva vit út frá einum praktiskum sjónarhorni, til dømis:

  • Due diligence (kanning av felagnum)
  • Avtalusamráðingar og ger av sáttmála
  • Fíggjarligar metingar
  • Vinnufelagsrættarligar trupulleikar
  • Kappingarrættarlig viðurskifti
  • Starvsfólkaviðurskifti
  • Umhvørvi
  • Skattarættarligar avleiðingar

Vit hava t.d. royndir frá ikki minni enn 2 almennum føroyskum privatiseringum, har vit høvdu ábyrgdina av due diligence v.m., tá hesar almennu fyritøkur skuldu skrásetast á útlendskum keypsskálum.

Royndir okkara siga okkum, at ein røtt og vælhugsað ætlan ofta er avgerandi fyri at fáa tað endaliga úrslitið, sum ein ynskir við sølu ella keypi.

Skrivstova okkara hevur gott samband við teir aktørar, sum vanliga eru við til at fremja eitt keyp/sølu av vinnufeløgum. Við okkara royndum og neti tryggja vit, at kundin fær dugnaliga ráðgeving á øllum stigum.

Umboðssøla

Vit hjálpa til við at gera umboðsavtalur, eins og vit ráðgeva viðvíkjandi trupulleikum, tá ið slíkar avtalur halda uppat og tey krøv, sum vanliga vera reist í hesum viðfangi.