Vit hava servitan um føroyskan skattarætt, serliga tá tað snýr seg um at ráðgeva vinnulívinum, men eisini ráðgeving til løntakarar, áhugafeleløg o.o.
Okkara servitan fevnir eisini um at ráðgeva um skatt av kolvetnisvirksemi á føroyskum øki.
Umframt at veita ráðgeving til kundar burturi og heima, føra vit rættarmál við Føroya rætt, Eystara landsrætt og føroyskar kærunevndir vegna skattgjaldarar. Ein partur av virkseminum er at geva frálæru í føroyskum skattarætti.
Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, hevur skrivað bókina “Føroyskur Skattarættur” í 2010. Sum eina smakkroynd ber til at lesa kapittulin um krógvað vinningsbýtið her.
Atgongd til alla bókina “Føroyskur Skattarættur” fæst her.