Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, hevur, saman við Dansk Byggeri, gjørt eina vegleiðing um ymisk føroysk lógarviðurskifti, ið eru viðkomandi fyri fyritøkur, sum ætla at hava virksemi í Føroyum. Vegleiðingin vendur sær fyrst og fremst til danskar fyritøkur innan byggivinnuna, men flestu viðurskiftini, ið verða viðgjørd í vegleiðingini, eru galdandi fyri fyritøkur innan allar vinnugreinar.
Vegleiðingin er ikki fullfíggjað og er bert av kunnandi slag. Fyri ítøkiliga ráðgeving heita vit á øll at seta seg í samband við Faroe Law.
Avrit av vegleiðingini kann fáast við at venda sær beinleiðis til Faroe Law.