Skip links

Skeið í Grundleggjandi Fyrisitingarrætti

Skeiðið tekur støði í løgtingslóg um fyrisitingarlóg og í tí siðvenju, sum er skapað við niðurstøðum hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Eisini verður stutt komið inn á søguligu tilevningina av løgtingslógini og tær vegleiðingar og leiðbeiningar, sum knýttar eru at lógini.

INNIHALD

  • Á skeiðnum verður fari gjøgnum høvuðstættirnar í fyrisitingarlógini.
  • Tættirnir eru: lógarøki, ógegni, vegleiðing og umboðan v.m., skjalainnlit partanna, partshoyring, grundgeving v.m., kæruvegleiðing og tagnarskylda v.m.
  • Tættirnir verða serliga lýstir gjøgnum lógarviðmerkingar og niðurstøður frá Løgtingsins umboðsmanni.
  • Tættirnir verða eisini lýstir gjøgnum tilgjørd mál (case’ir), har luttakararnir skulu royna seg í ítøkiligur (tilgjørdum) málum.

ÚRTØKA

  • Eftir gjøgnumført skeið hevur luttakarin eina grundleggjandi fatan av fyrisitingarrættinum í Føroyum.
  • Harumframt er luttakarin førir fyri at finna fram eyka vitan innan økið og kennir til viðkomandi rættarkeldur innan fyrisitingarrættin í Føroyum.

MÁLBÓLKUR

Útbúgvingin er serliga viðkomandi fyri starvsfólk hjá almennum myndugleikum, bæði land- og kommunalmyndugleikum, og eisini fyri persónar sum sita í almennum nevndum, ráðum o.tíl.

Tað er ikki treyt at vera løgfrøðingur fyri at luttaka.

DATO

Skeiðið er eitt dagsskeið, sum verður hildið frá kl. 9-16.

Endalig dato er ikki ásett enn, men send ein teldupost til faroelaw@faroelaw.fo fyri at skráseta tín áhuga. So fært tú beinleiðis boð, tá ið dato verður ásett.

KOSTNAÐUR

Tað kostar 3.500 kr. uttan MVG at luttaka.

 

Leave a comment